Umhvørvisátak – Royndarverkætlan við kompostíløtum

Sum eitt umhvørvisátak, fer Eysturkommuna undir eina royndarverkætlan, har borgarar í kommununi hava møguleika at ogna sær eitt sokallað kompost ílat.

Royndarverkætlanin er í samstarvi við IRF, og er í stuttum at endurvinna matleivdir við hús. Eftir ávísum leisti, kann tilfarið í kompostílatinum gravast niður í mold. Hetta er eitt fet á leiðini, at taka matleivdir frá gráa posa, ið harvið lætnar munandi, og tískil verður minni brent á brennistøðini.

Er tú áhugað/ur at verða við í verkætlanini, kann tú senda ein teldupost til kommununa, og viðmerkja, at tú vil verða við í verkætlanini. Skrivast skal inn á eystur@eystur.fo. Freistin er sett til 17. august 2020

Tey sum hava skrivað seg upp, fáa kompostílatið á einum kunningarfundi, ið væntandi verður síðst í august.

Search by