Tvey víkingalið í steypafinaluni

Tvey av Víkingaliðunum hava spælt seg víðari til steypafinaluna, og skulu hesir dystir spælast á Tórsvølli leygardagin 30. august. U16 dreingirnir spæla kl. 13.45 og Effo-liðið spælir í kvøld kl. 19.45.

Í hesum sambandi bjóðar Víkingur sínum viðhaldsfólki til upphiting í Bovlinghøllini í Leirvík kl. 15.00 í dag, áðrenn farið verður til Havnar í felag til steypafinalu-dystin hjá Effo-liðinum, verður sagt á heimasíðuni hjá Víkingi. 
Á skránni verður millum annað tónleikur, sangur og andlitsmáling. Høvið verður at ogna sær ymiskt við víkingafrámerkinum á, so sum T-shirts, turrikløð og húgvur. Eisini verður søla av víkingahornum, floytum, fløggum og parykkum.

Vodafone og Norðoya Sparikassi bjóða eisini ókeypis pitsa og sodavatn. Kaffi/te og okkurt gott undir tonna verður eisini at fáa, umframt at Silvi eisini vitjar, og fer at bjóða børninum okkurt.

“Tá ið vit eru væl upphitað, verður farið við bussum til Havnar kl. 17.30,” verður sagt á heimasíðuni. Atgongumerkir skulu tó verða keypt frammanundan til busstúrin. Tó so kunnu tey, ið ikki hava ognað sær atgongumerkið venda sær til Jeffra á tlf. 742026 fyri at vita um nakað pláss er eftir, boðar Víkingur frá.


DAGFØRT: Bæði Víkingaliðini vunnu steypafinaluna. Hetta er sostatt triðja árið á rað, at Effo-liðið hjá Víkingi vinnur steypafinaluna. 


Search by