Tvær verkætlanir vunnu virðisløn

Á vinnudegnum hjá Eysturkommunu í farnu viku varð virðisløn latin fyri besta nýskapandi vinnuhugskotið, sum varð lagt fram á skeiðnum Vinnustimbran. 


Dómsnevndin staðfesti, at hørð kapping var um virðislønina fyri besta “pitch” og hugskotslýsing. Serliga stóð kappingin um eitt hugskot, sum verandi vinnuvirki ynskir at menna, og eitt nýskapandi hugskot, sum nakrir einstaklingar ætla at seta í verk. 

Annað hugskotið kann innibera økt virksemi uppá stutta tíð, har vinnustimbranin serliga skal brúkast til at marknaðarføra tænastuna. Hitt hugskotið er nýskapandi í síni heild, men har tørvur er á vinnustimbran í mun til at menna koncept og virksemisætlanir.

Dómsnevndin valdi tí at bera so í bandi, at tvær virðislønir kunnu latast, og grundgevingarnar vóru hesar:

“Tann fyrra virðislønin er uppá 25.000 kr, og hon verður latin fyri besta “pitch” og hugskotslýsing í mun til at menna verandi virksemi. Talan er um tænastu, sum hevur áralangar royndir í sjóvinnuni, og sum hevur ment eina orkuspariskipan umborð á fiskiskipum. Dómsnevndin metur, at vinnustimbranin eigur at brúkast til at marknaðarføra skipanina innan og uttanlands. Virðislønin verður latin El-Talvuvirkinum við Eyðun Hansen.

Onnur virðislønin er uppá 15.000 kr, og hon verður latin fyri tað mest nýskapandi “pitch” og vinnuhugskotið. Talan er um virksemi, sum er grundað á kreativitet og hollar førleikar innan kunningartøkni. Íverksetanin miðjar ímóti altjóða teknifilmsídnaðinum, og ætlanin er at framleiða og selja teknifilmar við grundarlagi í føroyskum søgnum. Dómsnevndin metir, at vinnustimbranin eigur at brúkast til at menna hugskotið enn meira, serliga í mun til at gera virksemisætlanir. Virðislønin verður latin GASfilm við Hans Kristian Hansen”
Search by