Nú bert tveir dagar eru eftir til sólarmyrkingina, er nógv virksemi á skránni bæði í kommununi og aðrastaðni kring landið.
Lávusarhús boðar frá, at opið er hvørt kvøld hesa vikuna, har møguleiki er m.a. at keypa omanfyristandandi myndir sum plakat, postkort og magnetir. Fríggjadagin er opið frá kl. 14-17.
Sum áður lýst, so er hugnakvøld á Báta- og Listasavninum mikukvøldið kl. 19-22 við framløgum, sangi, kaffi og køkum. Les meira HER. Harafturat er savnið opið hósdagin til sunnudagin kl. 14-17.
Tónleikasamtakið Grót bjóðar til útgávukonsert við nýggja og spennandi elektrobólkinum HULDA í Tøting í Syðrugøtu leygarkvøldið 21. mars kl. 20.30. Meira kann lesast um tiltakið HER.
Blásastova í Norðragøtu hevur opið hvønn dag hesa vikuna frá kl. 14-16. Blásastova er gamalt bóndahús, bygt um 1835, har ein kann fáa eina uppliving av gamlari søgu og mentan.
Leygardagin og sunnudagin verður víst runt og greitt frá um víkingaaldargarðin á Toftanesi í Leirvík. Í árunum 1982-1987 varð fyri fyrstu ferð gjørdur ein størri fornfrøðiligur útgrevstur av einum garði frá víkingatíðini í Føroyum. Útgrevsturin á Toftanesi hevur givið eitt serstakliga týdningarmikið innlit í Føroya elstu søgu. Leygardagin kl. 10-11, 14-15 og 17-18, og sunnudagin kl. 14-15 og kl. 17-18 er møguleiki at hoyra um víkingaaldargarðin fyri kr. 150,- íroknað ein bókling um evnið.
Kunningarstovan í Eysturoy hevur gjørt eina skrá yvir tiltøk í Eysturoynni hesar dagar. Skráin sæst her.
Hetta yvirlitið vísir bygdir, har sólarmyrkingin sæst, møguliga sæst og har hon ikki sæst við FYRSTU kontakt, tvs. tá mánin kemur inn yvir sólina. Hetta er umleið ein tíma áðrenn fullu sólarmyrkingina.
Fyri at fáa sum mest burturúr upplivingini við sólarmyrkingini, verður viðmælt øllum at finna eitt stað, har sólin sæst frá FYRSTU kontakt, so byrjanin eisini er við. Flest øll gera nakað serligt burturúr byrjanini av sólarmyrkingini umleið kl. 8:38.
Tá tú er á staðnum nýtir tú næsta tíman at síggja sólarmyrkingina gerast størri, og tú leggir merki til broytingarnar rundan um teg. Um tú skal koyra til staðið kl. 8:38, tryggjað tær so, at tú hevur nokk at tíð at koma fram.
Hetta yvirlitið vísir bygdir, har sólarmyrkingin sæst, møguliga sæst og har hon ikki sæst við AÐRU kontakt kl. 9:40 (tá tað er full sólarmyrking). Hetta er tann mest spennandi parturin av allari upplivingini við sólarmyrkingini.
Hygg eftir listanum og tryggja tær, at tú sært fullu sólarmyrkingina kl. 9:40. Sólin er nú hægri á himmalinum og støð, sum vóru í skugganum við fyrstu kontakt, síggja møguliga fullu sólarmyrkingina.
Gevið gætur, at fulla sólarmyrkingin ikki bert fevnir um sólina og mánan, men eisini landslagið rundan um teg. Onkuntíð kemur myrkrið úr vestri og tú sær eisini vakrar litir í havsbrúnni. Um tú hevur fjøll, sum standa fyri, sær tú møguliga ikki hesi sermerki.
Listanir eru útgivnir av Visit Faroe Islands og eru útroknaðir við hjálp av neyvastu sólarmyrkingar upplýsingum og staðbundnum viðurskiftum, sum eru váttað av føroyskum serfrøðingum.
Niðanfyristandandi ráð eru givin av kunningarstovuni í Eysturoy, um hvussu tú skalt ansa tær eftir eygunum undir sólarmyrkingini: