Tiltak fyri ferðavinnuna í Eysturkommunu

Seinasta týskvøld var start-up fundur fyri ferðavinnu í Eysturkommunu. Eini 40 fólk møttu upp at hoyra um nýggjar vinnumøguleikar innan ferðavinnu ella at fáa hugskot til verandi ætlanir. Tað var Eysturkommuna, sum í samstarvi við ráðgevarafyritøkuna CommIT skipaði fyri.

Eysturkommuna hevur gjørt avtalu við CommIT um at lýsa, hvat vit í Eysturkommunu hava at bjóða innan ferðavinnu og hvussu vit varpa ljós á og eyðmerkja eyðkenni fyri økið. Endamálið er at stimbra undir átøk til ferðafólk og samansjóva og skipa ferðavinnuna í kommununi.

Í morgin, mikudagin 19. feb. kl. 14-18, vera íverksetarastovur fyri teimum, sum hava eitt hugskot at menna til ferðavinnuna og hava tørv á vegleiðing. Talan er um ein-til-ein ráðgeving, har einstaklingar kunnu bíleggja sær eina tíð til eitt prát við CommIT, ið veitir ráðgeving innan ferðavinnumenning. Hetta er eitt ókeypis tilboð, bæði til tey, ið longu eru í gongd við eitthvørt tilboð til ferðafólk, og til tey, ið hava eitt hugskot at fara í gongd við.

CommIT fer framyvir at skipa fyri eitt nú tiltøkum fyri ferðavinnuveitarar um vørumenning og marknaðarførslu. Harafturat koma tey at skipa fyri átøkum fyri ferðavinnuspírum/íverksetum, um hvørjir møguleikar eru í ferðavinnuni, hvat krevst fyri at gera hugskot til veruleika, og hvussu ein skipar sítt virksemi best.

Start-up fundur um ferðavinnu í býráðshúsinum 11. feb. 2020
Start-up fundur um ferðavinnu í býráðshúsinum 11. feb. 2020
Search by