Eins og undanfarin ár bjóðar Eysturkommuna næmingum, sum búgva í Eysturkommunu og hava gingið í 9. flokki hetta skúlaárið, lønt arbeiði í tvær vikur, har tey koma at fríðka um umhvørvið í kommununi.
Ung í arbeiði er fyri tey, sum hava gingið í 9. flokki hetta skúlaárið. Tey sleppa til arbeiðis í tvær vikur í tíðarskeiðinum frá 24. juni til 5. juli. Arbeiðstíðin er átta tímar um dagin, fimm dagar um vikuna.
Arbeiðið hevur til endamáls at fríðka um í kommununi, tað veri seg at lúka, sópa gøtur, mála, rudda og annað arbeiði.
Tilmelding fer fram umvegis umsóknarfrymilin niðanfyri. Freistin at tekna seg er 14. juni kl. 12.