Seinastu tvey árini hevur ein framtíðar framhaldsdeild fyri næmingar úr Eysturkommunu verið nógv umrødd. Arbeiðsbólkar hava kanna ymsar samstarvsmøguleikar, og fyrrakvøldið bjóðaðu Eysturkommuna og Fuglafjarðar kommuna til felags borgarafund á Kambsdali, har borgarar kundu siga sína hugsan, áðrenn støða verður tikin.
Niðanfyri er nakað av tilfarinum frá fyrireikingar-arbeiðinum um hvussu framtíðar framhaldsdeildin kann síggja út.
Tilmæli um framhaldsdeildina (juni 2014)
Kanning ísv. felags skúlabygnað (juni 2015)
Kanning um felags framhaldsdeild (apríl 2016)