Tilbúgvingin í Eysturkommunu hevði herfyri vitjan av einum ferðaliði frá tilbúgvingini í Grønlandi. Talan er um leiðarar og ábyrgdarfólk innan tilbúgving og sløkkilið í Nuuk, Paamiut, Sisimiut og frá almennu tilbúgvingini. Endamálið var at leita sær íblástur í samband við ætlanir um útbygginginar innan tilbúgvingina í Grønlandi.
Tilbúgvingarleiðarin í Eysturkommunu tók ímóti ferðaliðinum og koyrdi runt landið við teimum, har tey sóu støðirnar í Kvívík, Vestmanna, Tórshavn, á Skála, í Hellunum, Klaksvík, á Viðareiði og til seinast í Leirvík.
Gestirnir vóru bergtiknir av góðu umstøðunum á nýggju og væl útgjørdu tilbúgvingarstøðini í Leirvík. Harafturat vakti brandstøðin í Hellunum ans sum ein góð loysn til sløkkilið í smærri bygdum í Grønlandi, ið eru avbyrgdar og tí hava serligan tørv á góðum umstøðum til staðbundin sløkkilið.
Ætlanin var eisini at vitja tilbúgvingarstøðina á flogvøllinum, men vegna herdar reglur í smb. við korona-støðuna var hetta ikki gjørligt.
Ferðaliðið taldi 8 fólk, ið umboðaðu tilbúgvingina í Nuuk, Paamiut, Tasiilaq og umboð frá heimastýrinum og tilbúgvingini í Grønlandi.