Tekna teg til kvøldskúlan í vetur

Seinasta kvøldskúlaár gingu áleið 200 næmingar í kvøldskúlanum hjá Eysturkommunu. Tá bjóðaðu vit 34 skeið, og í ár fara vit at bjóða stóran part av somu skeiðum út aftur. Harumframt fara vit at bjóða fleiri nýggj skeið í ár.

Tilmelding á heimasíðu
Eins og í fjør, so skal tilmeldast og gjaldast inni á heimasíðuni hjá kvøldskúlanum: http://kvoldskulin.eystur.fo

Næmingar, ið ætla sær í kvøldskúla í Eysturkommunu, kunnu tekna seg frá 2. oktober – frá kl. 12.00 – til 8. oktober 2020.

Øll undirvísing er treytað av nóg stórari luttøku.

Lær teg at gera heilsugóðan kost
Klaverundirvísing
Hugsar tú um at fara sjóvegin? Fá ein fyrimun tá tú skal biðja tær kjans – lær teg at bøta trol á kvøldskúlanum,
Lær teg at dreya
Search by