Tað er tað í dag 28. august, at ruddingardagur er. Kom og ver við at rudda okkara kommunu.

Vit byrja kl. 16:30, og økini, sum ruddað verða á síggjast niðanfyri.

Aftaná – kl. 18:30 – samlast vit í Víkingahúsinum til kaffi/te og okkurt søtt, har eisini møguleiki verður at ogna sær ein plantupakka.

Ruddingardagurin verður skipaður eins og í fjør, har man skipaði seg í grannaløg, sum eru saman um at rudda eitt felags øki. Niðanfyri síggjast yvirlit yvir økini í bygdunum, og merkt er við bláum, hvar møtt verður.

Best er, at tað sum ruddað verður verður samlað á eitt stað fyri hvørt øki, soleiðis at tað verður lætt at samlað upp og koyrt til IRF.

Meira um ruddingardagin kann lesast her.

Search by