Svimjihylurin í Leirvík verður stongdur stóran partin av juni mánað, tí umvælingar verða gjørdar í umklæðingarrúminum.
Svimjihylurin hevur verið stongdur síðan mars mánað vegna korona, og tí varð avgjørt at fara í holt við ymsar umvælingar. Tað tók tó rúma tíð at fáa tilfarið til landið, men komandi mánadag byrjar arbeiðið og vænast at taka 2-3 vikur.