Í døgunum 9. til 13. november var 1. liðið hjá svimjifelagnum Reysta við í kappingini Køge Open 2017.
Hetta er ein kapping, ið er fyri yngru og eldru svimjararnar. Hon er skipað soleiðis, at innleiðandi umførini eru fyrrapart og finalurnar eru seint seinnapartin.
Reysti hevur fyrr verið við til hesa kapping og hava úrslitini verið góð. Kappingin í ár var einki undantak. Sjálvt um svimjararnir ikki fingu heiðursmerki, so vóru fleiri persólig met og onkur rakk eisini til onkra finalu.
Tað, sum var øðrvísi við kappingini í ár í mun til undanfarin ár, var, at fleiri føroyskir svimjarar vóru við. Havnar Svimjifelag, Ægir og SuSvim luttóku í ár og hjá teimum gekk bara heilt væl, tí tey kláraðu at fáa fleiri heiðursmerki við heim.
Tað eru ymsar orsøkir til at Reysti hevur valt at fara til kapping uttanlands. Ein orsøk er, at tað ikki eru so nógvar kappingar til eldru svimjararnar í Føroyum. Tað er eisini ein stór uppliving hjá svimjarunum at sleppa við til eina so stóra kapping. Stuttligt er at síggja hvussu okkara svimjarar eru fyri, í mun til teir donsku.
At enda kan eisini nevnast, at ferðin sum heild, er ein góð og stuttlig uppliving bæði fyri svimjararnar og foreldur teirra.