Mikumorgunin 18. november kl. 10 lat nýggi og stásiligi Á handilin upp á Oyruni í Norðragøtu. Nógv fólk hava verið framvið nýggja handlinum síðani hann opnaði í morgun.
Nýggi handilin er eitt týðandi framstig fyri Norðragøtu og alla Eysturkommunu. Við nýggja handlinum hava borgarar í kommununi fingið ein stóran og nútímans matvøruhandil við einum munandi størri og fjølbroyttari vøruúrvali og góðum parkeringsmøguleikum, sum er á støði við aðrar stórar matvøruhandlar í landinum. Fyri borgarar í kommununi, barnafamiljur og eldri kann tað lætta um at hava møguleika at avgreiða øll síni viðurskifti sama stað.
Handilin er eisini væl staðsettur hjá teimum mongu, sum dagliga ferðast framvið Norðragøtu, ið lætt og ómakaleyst kunnu steðga á og gera síni innkeyp á leiðini.
PE í Norðragøtu, sum vit kenna gamla handilin við Ánna, hevði opið fyri seinastu ferð sunnudagin 15. november.
Zsuzsanna Nagy, sum í nógv á hevur verið handilsleiðari í PE í Norðragøtu, er handilsleiðari í nýggja Á handlinum í Gøtu.
Handilin hevur opið mánadag – leygardag kl. 7.00 – 22.00.