Við kaiina í Leirvík liggur ein snotiligur, nýggjur føroyskur árabátur, sum Eirikur á Húsamørk hevur latið byggjað. Báturin eitur Uppsala-Pætur, og er tað John Høgnesen, Norðragøta, ið hevur smíðað bátin. Áttamannafarið er serliga bygt til at sigla upplivingartúrar við ferðafólki.
Astrid og eg vóru so hepnar, at sleppa ein túr nú eitt kvøldið. Vit hittu Eiriki á kaiini, har hann greiddi frá um trygdina, gav okkum bjargingarvestar, og vit settu okkum í bátin. Uppsala-Pætur er væl útgjørdur við tveimum motorum og neyðugari trygdarútgerð.
Vit løgdu yvir um fjørðin og komu tætt undir Kalsoynna, og sigldu so framvið landið norðeftir, meðan Eirikur, ið er góður frásøgumaður, fortaldi søgur knýttar at teimum ymisku støðunum.
Veðrið var av tí allar besta, og tað var heitt at sita í opna bátinum. Nógvur sjófuglur var at síggja, og nakrir forvitnir kópar stungu høvdið upp undan vatnskorpuni at kanna, hvat hetta var fyri fremmandafólk.
Vestursíðan á Kalsoynni er í dag óbygd, men so hevur ikki altíð verið, og nógvar søgur eru knýttar at teimum fólkum, ið her hava búleikast. Komin norð til Skarvarókina lógu vit still eina løtu og hugdu at fuglinum, áðrenn vit lótu streymin føra okkum suðureftir aftur. Suðuri á Galvinum løgdu vit aftur um fjørðin, haðani vit spakuliga stimaðu norðureftir og heim til Leirvíkar.
Túrurin gav eina kenslu av, at klokka og tíð ikki eksisterar, tá ein hevur náttúruna tætt at kroppinum. Einki at skunda sær til – motorarnir hava nógva kraft, men ikki var ferðin sett upp – hetta var bara ein friðarlig løta í náttúruni. Eisini var tað stuttligt at síggja oynna og djóralívið frá sjónum. Eg var púra bergtikin av øllum hesum, sjálvt um hetta er sama oyggj, eg havi livað í alt mítt lív.
Takk fyri ein frálíkan túr og blíðan byr.
Skrivað hevur: Ruth Absalonsen, ferðavinnnu samkipari.
Niðanfyri síggjast myndir av túrinum.