Fríggjakvøldið 26. juni kl. 20.30 er Tøting karmur um eina konsert við Stanley Samuelsen, ið kemur at fjálga um hetta summarkvøld saman við dugnaliga bygdamanni sínum Helga Midjord í Tøting og unga gittarúrmælinginum Alva Joensen. Tónleikasamtakið Grót skipar fyri konsertini.
Helgi Midjord, sum eins og Stanley er Fuglfirðingur, er ein sera dugnaligur fjøllistamaður, hvørs hendur og hugflog hava dugna til mong framúr listarverk, bæði við pensli, høggijarni og plektara. Fríggjakvøldið verður tað plektarin ið verður drigin upp úr hattinum, umframt at vit nokk eisini fáa nakrar av hansara vøkru málningum at prýða pallin.
Afturat teimun báðum fólkakæru tónleikarunum luttekur eisini unga supertalenti og gittarúrmælingurin Alva Joensen úr Gøtu. Alvi vann klassisku talent-kappingina Stella Polaris í vetur. Hann er í løtuni búðsitandi í Danmark í samband við tónleikaútbúgving.