Stuðulskonto til fríðkan (borgarainitiativ)

Á býráðsfundi hósdagin, 27. mai 2021, samtykti býráðið í Eysturkommunu, at geva borgarum í kommununi møguleikan at søkja um stuðul til ymiskar smærri verkætlanir í Eysturkommunu.

Í hesum sambandi varð ein reglugerð gjørd, sum m.a. lýsir endamál og treytir fyri at kunna fáa stuðul.

Tíðarfreistin fyri at søkja í fyri 2021 er 11. juni

Á fíggjarætlanini fyri 2021 eru kr. 50.000 settar av til endamálið

Reglugerð fyri stuðulskonto til fríðkan

Eysturkommunu býráð hevur samtykt, at geva borgarum í kommununi loyvi at søkja um stuðul til ymiskar smærri verkætlanir í Eysturkommunu, sum eru alment gagnligar.

Dømi um smærri verkætlanir kunnu vera:

  • smærri gøtur
  • grøn økir
  • smærri trivnaðarøkir

Stuðulin hevur til endamáls at skapa trivnað millum grannaløg og at eggja borgarum til at fríðka og hugna um í nærumhvørvinum.

Fyri at fáa játtaðan stuðul, skal verkætlanin í minsta lagi uppfylla fylgjandi treytir:

  • vera almenn gagnlig
  • hava eina kostnaðarmeting
  • hava eina tíðarætlan
  • stuðul umfatar tilfar og ikki arbeiðsløn

Umhvørvis – og trivnaðarnevndin avger, hvør fær stuðul.

Er talan um stuðulsumsókn, sum ikki kann verða latin eftir hesi reglugerð, kann Umhvørvis – og trivnaðarnevndin velja at leggja umsóknina til aðra nevnd at viðgera ella at vísa umsóknina frá sær, við fráboðan um at hon fellur uttanfyri reglugerðina.

Umsóknarfreistin er 11. juni 2021 (hetta er galdandi fyri 2021 og kann verða broytt eftirfylgjandi).

Umsókn, sum lýsir endamálið við stuðlunum, kostnaðarmeting og tíðarætlan, verður at senda til eystur@eystur.fo

Search by