Flaggdagshald 2017

Stuðul játtaður til fjølbroytta frítíðarvirksemi í kommununi

Býráðið hevur seinastu tveir býráðsfundirnar játta stuðul til fjølbroytta ítróttar- og mentanarlívið í kommununi.

Víkingur hevur fingið játtað stuðul á 600.000 kr. Felagið hevur seinastu nógvu árini fingið 400.000 kr í stuðuli, men søkti um 600.000 í stuðuli í ár tí talið av íðkandi limum er vaksið nógv seinastu árini. Í løtuni eru umleið 550 íðkandi limir í Víkingi. 

G! Festivalurin hevur fingið játtað stuðul á 200.000 kr. Í fjør varð festivalurin avlýstur orsakað av korona-støðuni. Men ætlanir eru at hava festivalin í ár, um umstøðurnar loyva tí. Festivalurin selur í løtuni atgongumerki, meðan keypandi ikki rinda fyri sítt atgongumerki fyrr enn 1. mai. Tá verður væntandi betri grundarlag fyri at taka endaliga støðu til, um festivalurin verður í summar.

Leirvíks Páll skótarnir hava fingið játtað stuðul á 40.000 kr. Stuðulin er ætlaður til dagligan rakstur og íløgur í útgerð og hús. Í ár er ætlanin at gera íløgur í eitt hálvtak omanfyri skótahúsið, soleiðis at tað er lagaligari at gera uttandura skótavirksemi, tá veðrið ikki er til vildar.

Kappróðrarfelagið Tindur hevur fingið játtað stuðul á 50.000 kr. Nevndin í felagnum hevur sett sær fyri hesi mál í 2021:

  1. fáa eitt nýtt neyst
  2. 4 manningar (harav ein vaksin)
  3. FM medaljur til minst eina manning
  4. 60 limir
  5. minst eina felagsvenjing um vikuna fyri rógvarar og limir
  6. enn betur viðurskifti til bátar og rógvarar

Arbeitt verður eisini við at keypa búnar til limirnar, sum teir rinda sjálvir, og at fáa eitt nýtt 5-mannafar. Harafturat verður arbeitt við at skaffa venjara til innandura venjingar og venjara til at leggja lag á venjingarnar umborð á barnamanningunum.

Tónleikasamtakið Grót hevur fingið játtað 40.000 kr. Áhugafelagið ger eitt stórt arbeiði við at stimbra undir tónleikalívið í kommununi og Føroyum sum heild. Eitt nú verða hølini í Tøting brúkt av nógvum ymsum tónleikarum, umframt at Grót skipar fyri hópin av konsertum alt árið.

Eldrafelagið Fjallið hevur fingið játtað 40.000 kr. Stuðulin verður brúktur til rakstur av felagnum, sum skipar fyri ymsum tiltøkum fyri eldri borgarum. Felagið hevur 180 limir. Ætlanin er at fara ein túr til Danmarkar í august mánað at vitja Danland Fiskenæs Gråsetn í Suðurjútlandi. 

Í samband við at tað í ár eru liðin 100 ár síðani heimamissiónsarbeiðið, ið byggir á fólkakirkjunnar grund, tók seg upp í Leirvík, hevur stýrið fyri Leirvíkar Missiónshús sett sær fyri at geva eitt minnisrit út, ið lýsir arbeiðið hesi 100 árini, frá 1921 til 2021. Býráðið játtaði at stuðla útgávuni við kr. 35.000 fyri prentútreiðslur, soleiðis at minnisritið kann koma út í hvørt hús í Leirvík.

Search by