Sunnudagin 29. okt. verður sjónleikurin ‘Allo ‘Allo frumsýndur í Losjuni við Gøtugjógv. Áhugin er stórur, tí allar sýningar fram til 5. november eru útseldar.
Losjan Glotti boðaði í gjár frá á Facebook, at tey leggja meira sýningar út á Facebook um vikuskifti, so tey, ið enn ikki hava ognað sær atgongumerkið og ynskja at síggja leikin, mugu fylgja við har.
Í vár gjørdi sjónleikardeilidin í Losjuni í Gøtu av, at tey skuldu seta upp kenda skemtileikin ‘Allo Allo!’. Síðan tá hava fyrireikingar verið gjørdar, og nú er klárt at lata dyrnar upp.
Hoyr prát við leikara, pallsmiðjir, formann og leikstjóra í Kringvarpinum her.