El-fyritøka í Norðragøtu leverar sína størstu bílegging nakrantíð

El-talvuvirkið í Norðragøtu hevur í vikuni leverað sín størsta ordra av el-talvum, síðan fyritøkan byrjaði í 1982. Talan er um 7 el-talvur, ið eru tilsamans 26 metrar langar, til nýggju smoltstøðina hjá Bakkafrost á Strond í Klaksvík, ið sigst vera heimsins størsta smoltstøð.

Allar el-talvurnar eru framleiddar á verkstaðnum í Norðragøtu. Talvurnar, ið m.a. innihalda heili 5 tons av kopari, skulu stýra øllum streyminum og neyðstreyminum til heimsins størstu smoltstøð, ið verður 20.000 m2.

Arbeiðið er gjørt í samstarvi við RV Tøkni í Klaksvík. Byrjað varð í oktober 2017 og í dag vórðu fyrstu 2 talvurnar leveraðar. Við endan av hesum mánaðinum skuldu allar talvurnar verið leveraðar. Tær standa mestsum klárar á verkstaðnum í Norðragøtu at flyta norður.

– Vit eru errin av hesum arbeiðinum, sigur Eyðun Hansen, stjóri á ETV. Tætt samstarv millum føroyskar el-fyritøkur ger tað møguligt at avgreiða stórar uppgávur sum hesa – og vit eru fult kappingarfør við útlendskar veitarar.

El-talvuvirkið hevur síðan byrjan gjørt omanfyri 3000 el-talvur. Fyritøkan er við í fleiri stórum verkætlanum og mangan í tøttum samstarvi við aðrar el-fyritøkur.

Search by