Størsti fólkavøkstur í Eysturkommunu

Í mun til fólkatal hevði Eysturkommuna størsta fólkavøkstur í Føroyum í 2014. Fólkatalið vaks við heili 3,5% úr 1934 til 2001 íbúgvar sambært manntalslistanum frá Landsfólkayvirlitinum.

Í Norðragøtu og Leirvík vaks fólkatalið við ávikavist 35 og 44 íbúgvum, ímeðan tað minkaði í Syðrugøtu, við Gøtugjógv og undir Gøtueiði við ávikavist 7, 3 og 2 íbúgvum.

Serlig eru tað fólk, ið flyta til kommununa, sum seta síni spor. Í 2014 fluttu 96 íbúgvar úr kommununi, meðan 154 fluttu til, ið gevur eina nettotilflyting á 58 íbúgvar. Hetta er næsthægsta tilflyting eftir Tórshavnar kommunu, har nettotilflytingin var 160.

– Vit fegnast sjálvsagt um, at fólk velja Eysturkommunu, sigur Jóhan Christiansen, borgarstjóri. Fólkavøkstur ber boð um, at her er gott at búgva. Fólk trívast, og tað fegnast vit um.

– Við fólkavøkstri fylgja eisini avbjóðingar. Ein nýggj útstykking í Syðrugøtu fer at vera klár seinni í ár, og kommunan má undir at útvega fleiri grundstykkir í hinum bygdunum eisini. Tað er tó ein hugalig uppgáva, og vilja vit ynskja øllum vælkomin til Eysturkommunu, leggur Jóhan afturat.

Samanlagt fyri allar Føroyar vaks fólkatalið við 543 íbúgvum í 2014. Hetta er ein positiv broyting, tí síðan 2008 er fólkatalið minka. Í 2013 kom tó vend í, og við endanum av 2014 búðu 48.714 fólk í Føroyum, sum er tað hægsta síðan august 2010 sambært tølum frá Hagstovuni.

Trýst her fyri at síggja hvussu fólkatalið er broytt í teimum 5 bygdunum í kommununi síðan 1985.

Search by