Steypahýrur í Eysturkommunu

Sannur steypahýrur er í Eysturkommunu, nú Víkingur og KÍ skulu spæla í finaluni um Løgmannasteypið í kvøld. Stór sum smá eru spent og hava savnast til tiltøk fyri at hita upp til dystin, sum verður í kvøld. Her kunnu tit síggja, hvussu m.a. dagstovnar, skúlin, frítíðarskúlin og dagtilhaldið hava hita upp til dystin.

Frítíðarskúlin í Eysturkommunu

Nú nærkast til steypafinaluna 2025.

Steypafebur er millum starvsfólk og børn í Frítíðarheiminum á Gásamýri í Eysturkommunu.

Steypafinalan fyllir nógv á Gásamýri í hesum døgum, vit hava tveir leikarar sum arbeiða á stovninum ein Víking sum er Ingi Arngrímson og ein Kíara og tað er Mads Boe Mikkelsen og teir eru sjálvandi eisini spentir til fríggjakvøldi Sjálvt um vit halda við Víkingi ynskja vit eisini Mads ein góðan dyst. Spennandi verður at møta til arbeiðis mánadagin, og vita hvør fer at prika til hvønn

Dagstovnurin Gjái

Í dag hava vit í Gjáa hita upp til finalu. Vit sungu Víkingasangir, fingu vitjan av  Páll Eirik, Kaj Leo, Arnbjørn, Ari, Arnór og Rana. 

Ljósablá kaka stóð á borðinum og stemmningurin var í topp!  Vit eru klár at rópa og ynskja Víkingi góða eydnu.

Skúlin í Eysturkommunu

Við ljósabláum litum og gleði í eygunum var eingin ivi um, hvørjum hesi halda við! Jú, felags myndin fangar ein sannførandi stuðul til Víking! 

Fríggjadagin kl. 19 verður steypafinalan um Løgmanssteypið spæld á Tórsvølli, har Víkingur og KÍ møtast í einum spennandi dysti. Í hesum sambandi savnaðust vit í miðhøllini til eitt serligt tiltak, sum eydnaðist sera væl og setti fótbóltsgleðina í hásæti.

Vit hugdu stutt aftur á seinastu steypafinaluna millum hesi bæði liðini, sum var fyri trimum árum síðani. Tá vann Víkingur 1-0 við brotssparki frá Sølva Vatnhamar – tríggjar minuttir áðrenn leiklok. Hetta minnið setti tónan fyri dagsins fagnað.

Dómarin til ársins finalu verður Jákup Øssurson Mohr, sum mangan hevur verið at sæð her á skúlanum.

Vit fingu vitjan av trimum víkingaleikarum, sum allir hava gingið her í Skúlanum í Leirvík: Ingi Arngrímson, Arnór Brandson og Sølvi Vatnhamar.

Teir greiddu frá sínum royndum og góvu okkum innlit í, hvat skal til fyri at gerast ein góður fótbóltsspælari. Arndis setti teimum spurningar, sum fingu fram bæði gleði og látur.

Eftir tiltakið fingu næmingarnir seðlar at gita úrslitið av dystinum. Seðlarnir vórðu lagdir í kassan, og mánadagin til morgunsangin fáa vit at vita, um nakar gitti rætt. Spenningurin er stórur!

Tiltakið endaði við felagssangi, har øll sungu av hjarta: Ljósablátt og Hoppa nú!
Ein løta við felagsskapi, fótbóltsgleði og lokalum stoltleika – takk til Víkingaspælararnar fyri at gera okkum dagin so serligan og til eyp.fo fyri felagsmyndina. 

Dagtilhaldið í Gøtubrá

Eisini á dagtilhaldinum í Gøtubrá eru tey spent til steypafinaluna í kvøld.

Search by