“Start-up” fundur innan ferðavinnu

Hevur tú hug at hoyra um nýggjar vinnumøguleikar innan ferðavinnu, hevur tú longu eina ætlan ella ert tú bara forvitin eftir at vita, hvørjir møguleikar eru – so er at møta á fundi í býráðshúsinum í Norðragøtu 11. februar 2020, frá klokkan 17.00 – 19.00, har Eysturkommuna saman við fyritøkuni CommIT fer at greiða frá.

Eysturkommuna hevur gjørt avtalu við CommIT um at lýsa, hvat vit í Eysturkommunu hava at bjóða innan ferðavinnu, hvussu vit varpa ljós á og eyðmerkja eyðkenni fyri økið, og saman við veitarum gera eina ætlan fyri marknaðarføring.

CommIT fer eitt nú at skipa tiltøk fyri ferðavinnuveitarar um produktmenning og marknaðarføring, og átøk fyri ferðavinnuspírum/íverksetum um, hvørjir møguleikar eru í ferðavinnuni, hvat krevst fyri at gera hugskot til veruleika, og hvussu ein skipar sítt virksemi best møguligt í mun til endamál og innihald.

Allir borgarar í Eysturkommunu eru hjartaliga vælkomnir.

Search by