Nánd sóknast eftir deildarleiðara til Gøtubrá. Eldrasambýlið Gøtubrá er í tveimum hæddum og umfatar tvær eindir við tilsamans 18 plássum. Á sambýlinum arbeiða varadeildarleiðari, sjúkrarøktarfrøðingar, heilsurøktarar, heilsuhjálparar, hjálparfólk og reingerðarfólk. Eisini koma fysio- og ergoterapeutar regluliga á Gøtubrá.
Um starvið
Deildarleiðarin virkar fyri, at búfólk og starvsfólk trívast og hava góðar umstøður at liva og virka. Hetta inniber, at tú hevur dagligu leiðsluna av heiminum og gongur á odda at kveikja og menna starvsfólkini.
Sum deildarleiðari verður tú ein partur av leiðslubólkinum og upptøkunevndini hjá Nánd.
Førleikakrøv
Tað kann vera ein fyrimunur, um tú hevur royndir og útbúgving innan leiðslu og/ella fakliga vitan um eldri og at eldast.
Vit vænta, at tú
Vit kunnu bjóða
Setanar- og lønarviðurskifti
Tann, sum sett/ur verður, hevur tilvísing til leiðaran og tekur við starvinum tann 1. august 2026 ella eftir avtalu. Starvið er fulla tíð við møguleika fyri niðursettari tíð. Starvið verður sett sambært sáttmála millum Felagið Føroyskir Sjúkrarøktarfrøðingar og FMR/KAF.
Áhugað kunnu fáa meira at vita um starvið við at venda sær til Poulu Reinert-Petersen, leiðara, tlf. 730204 og teldupost poula@eystur.fo
Umsókn
Umsókn saman við CV v.m. skulu sendast til: nand@eystur.fo og skulu vera okkum í hendi í seinasta lagi mikudagin 15.07.2026.
Meiri kunning um Nánd her