Spakin settur í til útstykking

Í dag varð byrjað at grava út til nýggju útstykkingina í Syðrugøtu. Hetta er eitt týðandi stig, tí nógvar umsóknir eru um grundstykkir í Eysturkommunu, og áhugin er stórur at seta búgv her.

Útstykkingin fevnir um 25 grundstykkir, sum liggja fram við tveimum nýggjum vegum. Hesir vegir verða knýttir til Garðabrekku í Syðrugøtu, og gott útsýnið er frá nýggju grundstykkjunum yvir Gøtuvík og yvir á Norðragøtu.

Ætlanin er at hava 17 grundstykkir klár til November í ár og 8 grundstykkir klár til næsta summar.

Search by