Spæliplássið í Gøtu skúla útbyggjast

Býráðið hevur samtykt at byggja út spæliplássið í skúlanum við Gøtugjógv. Tilsamans eru 1,5 mió. játtaðar til arbeiðið, ið inniber munandi betri umstøður til børn í og eftir skúlatíð við fleiri nýggjum leikum.

Á myndini omanfyri sæst ein lýsing av, hvat verður á nýggja spæliplássinum. Harafturat skulu ljósmastrar setast upp, fundament stoypast, gummibelegningur leggjast omaná og kantsteinur og asfalt rundanum.

Nýggja spæliplássið verður 650 fermetrar til støddar, og tað verður fyritøkan Blika, sum kemur at standa fyri arbeiðinum.

Search by