Sólarkaffi komandi sunnudag

Sunnudagin 12 februar kl. 15.00 bjóðar Bygdarhúsið í Leirvík aftur til Sólarkaffi. Sólin er um at fevna alla bygdina eftir at hava verið burtur seinastu 3 mánaðirnar, og á hvørjum ári verður hetta hildið við at bjóða til tiltikna stóra køkuborðið, sum kvinnur í Leirvík skipa fyri.

Maria á Lakjuni kemur at syngja nøkur løg, og Tórhild Bjarkhamar fer at sýna fram málningar. Eitt Elduvíkskrov verður lutað burtur og atgongugjaldið til Sólarkaffi verður eins og nógvu undanfarnu árini óbroytt.

Bygdarhúsveitslan
Bygdarhúsið í Leirvík bjóðar samstundis til bygdarhúsveitslu leygardagin 18. februar, har góður matur og undirhald verður á skránni. Skriv er borið út í øll hús í bygdini um tiltakið.

 

Search by