Sólarkaffi í Leirvík sunnudagin

Sunnudagin 9. februar kl. 15.00 bjóðar Bygdarhúsið í Leirvík til Sólarkaffi.

Kongadagurin 11. februar nærkast, og sagt verður, at tann dagin fevnir sólin nærum alla bygdina eftir at hava verið burtur seinastu 3 mánaðirnar. Eins og undanfarnu mongu árini verður bjóðað til stórt køkuborð við køkum, sum bygdafólkið letur.

Sum vanligt eru ymist á skránni, sum hevur samband við bygdina. Jón Eliasen spælir klaver. Lávusarhús skipar fyri framsýning av bundnaturriklæðum. Jósleiv Joensen sýnir fram eitt modell, hann hevur gjørt av Drekanum. Óli bóndi og Símun Jóhan smíðaðu bátin í 1917. Myndirnar av skúlabørnum gjøgnum tíðirnar í Leirvík við nøvnum, verða eisini at síggja.

Eitt Elduvíkskrov verður lutað burtur og atgongugjaldið til Sólarkaffi verður eins og nógvu undanfarnu árini óbroytt.

Myndir frá Sólarkaffi í fjør

Search by