Sólarkaffi verður í Bygdarhúsinum í Leirvík í morgin 14. februar kl. 15.00. Borðreitt verður við stórum køkuborði í samband við, at sólin eftir 3 mánaðir rakar alla bygdina aftur.
Eisini verður eitt Elduvíkskrov burturlutað, og høvið verður at síggja eitt úrval av heimavirkaðum vørum, sum Skapandi hendur í Lávusarhúsi fara at sýna fram. Í hesum sambandi hevur Lávusarhús opið kl. 17.00-19.00.