Skúlanæmingar skipa fyri stuðulstiltaki

Í samband við tiltakið “Føroyar móti krabba”, sum verður í mars mánað, har skúlar hava møguleika at luttaka, skipar 7. A í skúlanum í Eysturkommunu fyri stuðulstiltakið mánakvøldið 1. mars frá kl. 18-21. Allur peningurin, sum kemur inn, fer til Krabbameinfelagið.

Krabbamein rakar okkum øll so ella so. Ikki øll gerast sjúk, men øll eru avvarandi, og tí vilja vit hjálpa, siga fyriskipararnir. Tað er ofta í teimum smáu gerðunum, at tær stóru hendingarnar spretta burturúr. Vit byrjaðu við at klippa ein lítlan páskafugl, og nú hava vit stápla eitt tiltak upp á beinini við nógvum flottum vinningum. Vit gleða okkum!

Har verður sølubásur, har næmingar og foreldur hava evnað ymiskt, eitt nú glassmykkur og pappírsklipp.

Tombola og lutaseðlasøla verður eisini, og 5. A borðreiðir við kaffi og køkum.

Fyriskipararnir takka hjartaliga fyritøkum og einstaklingum fyri at hava stuðlað, so hetta letur seg gera at fremja í verki.

Search by