Mikudagin 18. august fara næmingarnir í skúlanum í Eysturkommunu aftur í skúla. Næmingarnir møta soleiðis:
Leirvík: 2. – 3. flokkur møtir kl. 10.00 og 1. flokkur kl. 10.30 í Leirvík
Børnini eru í skúla til kl. 11.50, tá ið tey fara heim ella í frítíðarheim. Bussur koyrir úr Syðrugøtu kl. 9.30, úr Norðragøtu kl. 9.37 og frá skúlanum aftur kl. 11.50.
Gøtu: 4. – 7. flokkur møtir kl. 10.00 i Gøtu
Børnini eru í skúla frá kl. 10.00-11.35. Bussur koyrir úr Syðrugøtu kl. 9.30, úr Leirvík kl. 9.50, úr Norðragøtu kl. 9.55 og frá skúlanum aftur kl. 11.35.
Skúlaspírin møtir hósdagin 19. august, kl. 10.00 í Leirvík.
Kunnandi foreldrafundur um Skúlaspíran og Frítíðarheimið verður týskvøldið 17. august, kl. 19, í skúlanum í Leirvík.