Eysturkommuna bjóðar vinnuni í kommununi til ein vinnudag fríggjadagin 27. januar kl. 09:00. Dagurin verður hildin í Víkingahúsinum í Norðragøtu.
Skráin fyri dagin er soljóðandi:
09:00 | Morgunmatur |
09:15 | Eysturkommuna bjóðar vælkomin |
09:30 | Búskapur og vinna v/Johnny í Grótinum |
10:30 | Kaffisteðgur |
10:45 | Lýsing av vinnulívinum í Eysturoynni og týdninginum fyri føroyska vinnulívið, Eysturoyar Vinnulívsfelag |
12:00 | Miðmáli |
13:00 | Heilsa á arbeiðsplássum, Sølvá Jansdóttir Joensen |
14:15 | Kaffisteðgur |
14:30 | Vinnupolitikkur hjá Eysturkommunu |
15:00 | Taka saman um og farvæl |
Vinarliga boða frá luttøku á eystur@eystur.fo áðrenn týsdagin 24. januar 2023.