Skrá løgd fyri kvøldskúlan í vetur

Skráin fyri kvøldskúlan 2014/2015, ið byrjar um hálva aðru viku, er nú kunngjørd. Fjølbroytta skráin bjóðar uppá ein hóp av ymsum lærugreinum, bæði til ung og eldri. Nevnast kunnu maskinbinding, myndlist/dekoratión, urtagarðurin, drama, rørsla fyri eldri og tónleika-undirvísing.

Seinasta vetur lá talið av teimu, ið tóku lut í kvøldskúlanum, um 150 næmingar. Nýggi kvøldskúlin byrjar í viku 43, ið byrjar mánadagin 20. oktober.
Luttøkugjaldið er kr. 300,- pr. lærugrein, og skal vera goldið við aðru uppmøting. Tilmelding fer fram hjá avvarðandi lærara. 
Search by