Flaggdagshald 2017

Skótahjálpin á skránni hesa vikuna

Skótahjálpin 2017 hevur verið hesa vikuna og endar leygardagin 30. september. Skótahjálpin er eitt árligt tiltak hjá Føroya Skótaráð, og meiningin er børn hjálpa børnum. Tað vil siga, at hesa vikuna ganga skótar og úlvar runt í kommununi og bjóðað seg at hjálpa afturfyri eitt oyra í stuðuli. Peningurin fer til ein skúla í Bolivia (TAEPO) og til Time-out verkætlanina hjá Sinnisbata.

Dømi um uppgávur sum børnini kunnu fáa: Sláa grasplenu, taka epli upp, baka kaku, vaska/rudda, fara til innkeyp, ganga túr við hundi osv.

Um onkur ynskir skótahjálp kunnu tit ringja á telefon 593056.

Search by