Skattaprosentið lækkar og barnafrádráttur hækkar

Størri fíggjarligt rásarúm hjá borgarum í Eysturkommunu.

Á býráðsfundi 24. november 2022 varð fíggjarætlanin hjá Eysturkommunu til viðgerðar og bleiv einmælt samtykt. Samtykt er at lækka skattaprosentið við 0,5% niður til 20,5% og at hækka barnafrádrátturin við 500 kr. til 8.500,00 kr. 

Samlaðu inntøkurnar verða mettar at verða 126,5 mió., har persónsskatturin væntandi verður 98,9 mió. kr.

Rakstrarútreiðslurnar verða eftir ætlan 107 mió. Hetta gevur eitt rakstraravlop á 19,5 mió. 

Eftir ætlan verða íløgur gjørdar fyri 40,5 mió í 2023. 

Nýggi dagstovnurin við Gøtugjógv verður væntandi liðugur í fyrru helvt av 2023, og eru 12 mió. settar av til hetta. 

Seinnu árini hevur Eysturkommuna brúkt nógva orku uppá at gera útstykkingar, eitt nú í Norðragøtu og Leirvík. Í 2023 eru 4,5 mió. kr. settar av til eina nýggja útstykking í Syðrugøtu, ið eftir ætlan skal verða liðug 2024.

Nýggj útstykking í Syðrugøtu omanfyri Garðarbrekku (við kommunufjósið og hølini hjá Varðanum).

5 mió. eru settar av til stórviðlíkahald/umvæling av bygningum hjá kommununi, har serliga skúlarnir hava høga raðfesting.

Í 2023 verður eftir ætlan nýtt kappróðrarneyst bygt í Norðragøtu. Neystið skal byggjast í Tyrlhúsgrundini, og 2 mió. kr. eru settar av til arbeiðið, ið væntast at byrja tíðliga í 2023.

Nýtt kappróðrarneyst skal byggjast í Tyrlhúsgrundini í Norðragøtu.

Í Syðrugøtu hevur Eysturkommuna arbeitt við einari ætlan av miðstaðarøkinum í longri tíð. Nú verður sjøtul settur á arbeiði at knýta miðstaðarøkið saman við neystaøkinum úti á Støð. Arbeiðið er mett at kosta 3 mió. og verður sett í gongd so skjótt, sum verkætlanin er klár.

Eisini er peningur settur av til aðrar smærri verkætlanir, so sum sniðgøtur, asfalt, uttanumøkið við Býráðshúsið í Norðragøtu og Lugarið í Leirvík, umframt fleiri aðrar smærri íløgur. 

Fjøran við býráðshúsið í Norðragøtu skal fríðkast.

Avdráttirnir í 2023 verða 8,9 mió. og rentuútreiðslurnar eru mettar til 1,2 mió. 

Search by