Vit søkja eftir sjúkrarøktarfrøðingi til eldrasambýlið Gøtubrá. Gøtubrá er í tveimum hæddum og umfatar tvær eindir við 18 plássum tilsamans, 10 á ovaru hæddini og 8 á niðaru.
Starvið er á niðaru hædd. Á Gøtubrá arbeiða sjúkrarøktarfrøðingar, heilsurøktarar, heilsuhjálparar, hjálparfólk og reingerðarfólk. Umframt vanligu røktarnormeringina er demenssamskipari ein dag um vikuna, kliniskur sjúkrarøktarfrøðingur tríggjar dagar um vikuna, og ergo- og fysioterapeutar koma regluliga á Gøtubrá.
Dámar tær væl at arbeiða við fólki við demens og fyri at skapa teimum ein góðan og virknan gerandisdag, so er tú møguliga okkara nýggi starvsfelagi.
Talan er um
Vit vænta at tú
Vit kunnu bjóða tær
Starvsfólk hjá Nánd hava møguleika at venja ókeypis í venjingarhølunum á Miðstøðini í Leirvík ávísar tíðir.
Starvssetan og løn
Starvið verður sett sambært sáttmála við KAF/Fíggjarmálaráðið og Felagið sjúkrarøktarfrøðingar.
Áhugað kunnu fáa meira at vita um starvið við at venda sær til Edit Andreasen, deildarleiðara, tlf. 730252 og teldupost edit@eystur.fo
Umsókn saman við prógvum, tílvísingum v.m. skulu sendast til: edit@eystur.fo ella Nánd, Oyran 2, 512 Norðragøta. Umsóknir skulu vera okkum í hendi í seinasta lagi 04.06.2026 kl 12.
Meira kann lesast um Nánd her