Sjóhiti leggjast til kommunalar bygningar í Leirvíkar

Í longri tíð hevur verið arbeitt við eini sjóhitaverkætlan í Leirvík. Nú verður av álvara farið í gongd. Eysturkommuna hevur viðtikið at fara undir at veita fjarhita til kommunalu bygningarnar í Leirvík, sum liggja frá skúlanum/Giljagarði og inn til Miðstøðina hjá Nánd. 

Verkætlanin er skipað soleiðis, at tað seinni verður møguligt hjá allari bygdini at knýta í hana, um áhugi er fyri tí. Hetta stendur í skrivið, sum Fríðfinnur Johnsson og Jákup Tróndheim vegna stigtakararnar hava sent út til húsarhald í Leirvík.

Kanningar vísa, at hendan orkuskipan er umleið 10% bíligari enn oljufýringar, samstundis sum hon dálkar nógv minni. Ein sjóhitaskipan veitir tveir triðingar av hitanum úr sjónum, meðan ein triðingur er el-orka. Í dag er helvtin av el-orkuni, sum SEV framleiðir, er grøn – frá vatn og vindi. Sostatt verða umleið 70% av hitanum frá eini sjóhitaskipan frá grønari og varandi orku. 

Soleiðis verður gjørt

Eitt sjógvinntak verður gjørt úti á Kráartanga. Síðan verða slangur lagdar frá Kráartanga niðan til skúlan, har ein hitamiðstøð verður bygd. Haðan verða fjarhitarør løgd til bygningarnar hjá kommununi og til kirkjuna. Møguleiki verður eisini at knýta fleiri fjarhitarør í orkumiðstøðina við skúlan til alla bygdina.

Eftir metingum hjá ráðgevandi verkfrøðingafelagnum Cowi fer fyrsta stigið at taka millum 34-50 vikur at gjøgnumføra, alt eftir hvussu væl tað eydnast at leggja rørini.

Stigtakararnir boða eisini frá, at teir hava verið í samband við felagið Net. Net boðar frá, at um verkætlanin til privat húsarhald verður framd og veitir grivnar til húsini, eru teir sinnaðir at leggja netrør samstundis, so øll húsini kunnu fáa fipursamband. Net vil tá eisini vera við til at gjalda fyri grevsturin.

Yvirlit yvir fjarhitarør í fyrsta stigi, frá undankanningum í 2018, har staðseting av hitapumpu er broytt. (Kelda: Cowi frágreiðing)

Fjarhitafelag verður skipað

Við hesi verkætlan verður møguleiki at stovna eitt fjarhitafelag, sum kann veita hita og heitt vatn til privathús. Orka, Fríðfinnur Johnsson og Jákup Tróndheim arbeiða í løtuni við einum uppskoti um, hvussu eitt fjarhitafelag skal skipast og hvussu komið verður í gongd sum skjótast. 

Tá ið hetta kanningararbeiðið er liðugt, verður kallað inn til almennan fund, har ið verkætlanin verður løgd fram. Væntandi verður kunnandi fundurin síðst í januar ella fyrst í februar.

Yvirlitskort av fjarhitarørum í 2. parti av undankanningum. (Kelda: Cowi frágreiðing)
Yvirlitskort, sum vísir vavi av kanningini fyri Leirvík (Kelda: Cowi frágreiðing)
Search by