Nánd, sum er eldraøkið í Fuglafjarðar kommunu og Eysturkommunu, fer í gongd við sjálvboðið arbeiði. Hetta byrjar við einari royndarverkætlan á niðaru eindini á Gøtubrá í Norðragøtu.
Tað eru fleiri orsøkir til hetta átak. Ein orsøk er, at demografisku avbjóðingarnar við, at tað lutfalsliga fækkast við fólkum í arbeiðsførum aldri í mun til vaksandi talið av eldri borgarum, ger tað alsamt truplari at manna eldraøkið. Okkara meting er tó ikki, at áhugin at arbeiða innan eldraøkið er minkaður. Tað eru bara ikki nóg nógv arbeiðsfólk.
Harumframt er røktartyngdin alsamt vaksandi. Hetta átak er ætlað at lætta um hjá verandi starvsfólkum, við at sjálvboðin kunnu gera onkrar praktiskar uppgávur, so starvsfólkini fáa betri stundir til neyðugu røktina.
Í og við, at vit gerast alsamt eldri, eru eisini fleiri eldri borgarar, sum eru væl fyri, eisini tey, sum eru farin av arbeiðsmarknaðinum. Fyri nógv kann sjálvboðið arbeiði geva lívinum bæði innihald og meining við at gera mun fyri onnur, kenna seg til nyttu og gerast partur av einum felagsskapi.
Hetta er tó ikki bert ætlað eldri borgarum. Hetta er ætlað øllum borgarum, sum hava áhuga í at lata eitt sindur av síni tíð. Hetta kann gagna teimum sjálvum, øðrum borgarum og samstundis vera eitt gott íkast til vælferðarsamfelagið, sum er undir trýsti við demografisku avbjóðingunum.
Ung kunnu nema sær royndir og ung sum eldri kunnu royna seg á økinum og møguliga fáa hug at arbeiða innan økið.
Fyri búfólk kann tað kennast øðrvísi og gott, um borgarar koma meira inn, og kann hetta styrkja sambandið millum fólk á bústovni og nærsamfelagið.
Royndir í øðrum londum vísa, at besti máti at fáa fólk til sjálvboðið arbeiði er við at hoyra um hetta frá øðrum. Tí er neyðugt at byrja einastaðni fyri at gera royndir, sum onnur so kunnu frætta um.
Tí verður í hesum sambandi heitt á fólk í nærumhvørvinum saman við avvarðandi á eindini um at stuðla undir verkætlanina. Hetta fyri at tryggja eina góða byrjan, fáa gjørt neyðugu tillagingarnar og so vónandi kunna flyta hetta til fleiri eindir í Nánd. Vit vænta, at fleiri eldraøkir koma við í skipanina seinni.