Seyðasýning verður leygardagin

Seyðasýningin í Eysturkommunu verður nú komandi leygardag í seyðahúsinum hjá Janus Joensen, innan Eið. Sum vanligt, so taka vit móti seyði frá kl. 8:00 til kl. 10:00, siga fyriskipararnir.

Kl. 10:00 byrja sýnsmenninir at máta seyðin, og tá tað er liðugt, so vera virðislønir latnar. Allir brundseyðir í Eysturkommunu eru vælkomnir við til sýningina, og kostnaðurin er 100 kr. pr. seyð.

Eftir ætlan, so verður uppboðsøla av brundseyði kl. 18:30 ella so skjótt, sum sýningin sjálv er liðug, og heiðursløninar eru latnar.

Vit hava fingið onkran seyð til uppboðsøluna, og vænta fleiri aftaná sýningin hevur verið, siga fyriskipararnir. Men hevur onkur, sum lesur hetta, ein seyð, ið viðkomandi ætlar at selja, so eru tit vælkomin at seta tykkum í samband við Jóhan Christiansen.

Sýnsmenn í ár vera Pól Samuelsen og hansara lið.

Øll áhugaði eru hjartaliga vælkomin.

Search by