Mynd: CHUTTERSNAP á Unsplash

SEV byggja skjótløðistøð í Gøtudali

SEV er í løtuni í fer við at staðseta framtíðar skjótløðistøðir í Føroyum. Ein av hesum verður eftir ætlan norðanfyri rundkoyringina í Gøtudali. Á býráðsfundi í síðstu viku varð umsókn frá SEV um hesa staðseting viðgjørd og gingin á møti.

SEV skrivar í umsóknini, at ætlaðu løðistøðirnar eru orkukrevjandi, og bíligast er, at hesar verða staðsettar nær við verandi trafostøðir. Eisini er ynski um, at tær verða staðsettar tætt at høvusvegnum.

Talan er um matr. nr. 193b í Norðragøtu, ið er norðanfyri rundkoyringina í Gøtudali.

Nýggja skjótløðistøðin skal staðsetast beint norðanfyri rundkoyringina í Gøtudali.

Á heimasíðuni Elbil.fo sæst eitt yvirlit yvir almennar løðistøðir. Eisini ber til at lesa meira á heimasíðuni hjá SEV, um tú umhugsar at fáa tær ein elbil.

Search by