Back
Tíðindi
Skrivað tann 25. februar 2019

Serflutningstænastan ókeypis frá 1. mars

Stýrið fyri Nánd hevur samtykt, at gjaldið fyri at koyra við serflutningstænastuni í økinum er kostnaðarfrítt galdandi frá 1. mars 2019.

Nú kommunurnar røkja serflutingstænastuna hevur stýrið eftir tilmæli frá leiðsluni í Nánd avgjørt, at gjaldið fyri serflutningstænastuna verður frítt, eins og bussflutningurin í kommununum er. Nánd keypti í januar ein buss til nýggju serflutningsskipanina, sum Nánd bjóðar borgarum í Eysturkommunu og Fuglafjarðar kommunu.

Nánd kann skipa fyri serflutningi til rørslutarnað fólk, ið eru so tarnað, at tey ikki kunnu nýta almenn flutningstól. Skipanin fevnir ikki um sjúkraflutning.

Dømi um tey, sum hava tørv á serflutningi, eru fólk sum:

  • sita í koyristóli ella nýta líknandi hjálpitól
  • vegna likamligt brek støðugt hava brúk fyri hjálp
  • sum eru blind
  • í avmarkaða tíð, vegna sjúku ella skaða, hava henda tørv.

Tú kanst søkja við at venda tær til skrivstovuna hjá Nánd á tlf. 73 02 00 ella við at heinta oyðublað her.

Møguleiki at læna bussin

Eisini ber til hjá avvarðandi hjá rørslutarnaðum fólkum at læna bussin uttanfyri arbeiðstíð mótvegis einum gjaldi á kr. 200,-, umframt kr. 1,- pr. km, ið koyrt verður. Les meira um hendan møguleika her.