Semja um Eysturoyar røktar- og ellisheim

Sum partur av yvirtøkuni av eldraøkinum eru Eystur-, Fuglafjarðar-, Runavíkar-, Nes-, Sjóvar-, Eiðis- og Sunda kommunur komnar ásamt um, at Eysturoyar røktar- og ellisheim frá 01.01.15 verður partur av eldraøkinum hjá Skálafjarðarsamstarvinum, t.v.s. Runavíkar-, Nes- og Sjóvar kommunum.


Kommunurnar hava samtykt, at sjálvsognarstovnurin verður avtikin pr. 01.01.15 og at Eysturoyar røktar- og ellisheim hareftir verður ogn hjá Skálafjarðarsamstarvinum.

Broytingarnar í ognarviðurskiftunum viðføra ongar broytingar hjá búfólkunum á ellisheiminum.
Search by