Sáttmálin inniber, at eitt nýtt spælipláss verður bygt í Bóndagerði í Leirvík, og at heimskenda spæliplássið í Syðrugøtu fær eina endurnýggjan. Talan er um nýggja útgerð, fallundirlag og møblar. Arbeiði byrjar um mánðarskiftið juli/august og stendur eftir ætlan liðugt fyrst í september.
Eysturkommuna fegnast um at kunna betra um umstøðurnar hjá børnum og ungum, og soleiðis verða við til, at tey ungu eru úti í náttúruni og njóta tað frálíka umhvørvið, ið er í bygdunum.