Sáttmáli undirskrivaður um útstykking í Leirvík

Fríggjadagin varð sáttmálu undirskrivaður við RTS Contractors um útstykkingina av Fløtugerði í Leirvík.

Talan er um at grava út til 18 nýggj grundstykkir. Kostnaðurin fyri arbeiðið er góðar 5,7 mió. kr.

Arbeiðið byrjar komandi mánadag 15. januar og skal verða liðugt til 15. september 2018.

Search by