Tann 15. desember varð sáttmáli undirskrivaður við Heildarverk um at gera tann seinasta partin av flísaarbeiðnum við Syðrugøtusand.
Eysturkommuna hevur í nøkur ár arbeitt við at fríðka um økið við Syðugøtusand, tí økið verður nógv brúkt av borgarum, skúlum, dagstovnum, til pisufund, G! festival og hugna hjá ungum sum eldri. Fríðkan í bygdunum skapar trivnað og gleði hjá borgarum og vitjandi, og tí verða eisini í komandi ár gjørd átøk við fríðkan við gøtum, brúgvum, grønum økjum, benkrum og øðrum.