Ruddingardagurin verður í morgin 11. juni

Ruddingardagurin, sum var ásettur at verða í síðstu viku, verður í morgin 11. juni, frá kl. 16:30 til uml. kl. 19:00

Heitt verður vinaliga á øll í kommununi, ung sum eldri, at taka lut eftir besta førimuni at rudda upp í náttúruni. Um tit møta hugagóð upp, gongur skjótt at rudda upp og fríðka um okkara nærumhvørvi.

Dagurin byrjar við høsnarunga og chips til øll, ið taka lut í ruddingini. Vit møta frá kl. 16:30 til kl. 17:15 í:

  • Víkingahúsinum í Norðragøtu
  • Niðanfyri Missiónshúsinum í Leirvík

Síðan verður farið at rudda í og kring bygdirnar frá kl. 17:15 til uml. kl. 19:00.

Alt órudd verður savnað í hóskandi rúgvur/sekkir fram við vegnum soleiðis, at kommunubilar sleppa væl til. Óruddið má býtast upp í tað, sum brennir, og tað, sum ikki brennir.

Handskar og plastsekkir verða útflýggjaðir, tá farið verður at rudda.

Ætlanin er ikki, at henda løtan skal nýtast til at rudda út frá egnum urtagarði, kjallara, bilhúsi, o.t.

Fólk frá kommununi byrja innsavningina av rúgvunum kl. 19:00, so rusk má ikki setast fram eftir hetta.

Kaffimunnur og plantupakki aftaná ruddingina

Aftur í ár fær hvørt húski, ið hevur luttikið í ruddingini, plantupakka við heim. Øll, bæði úr Leirvík og Gøtu, savnast við Víkingahúsið í Norðragøtu kl. 19:15 til ein kaffimunn við onkrum søtum og juice til børnini.

Search by