Nú farið er um summarmála, skuldi hetta boða frá, at summarið er í hondum. Eins og undanfarin á, er ætlanin at skipa fyri ruddingardegi. Í hesum samband verður vinarliga heitt á øll í kommununi. ung sum eldri, at taka lut eftir besta førimuni.
Øll møta til kaffi / saft og rundstykkir kl. 8.30
Í Gøtu verður møtt í skúlaauluni og í Lerivík skúlagarðinum.
Handskar og plastsekkir verða útflýggjaðir, tá farið verður úr skúlanum – og annars so hvørt.
Alt órudd verður savnað í hóskandi rúgvur fram við vegunum soleiðis, at IRF – bilur og kranabilur sleppur væl til. Óruddið má skiljast – tað sum bernnir og tað sum ikki brennir.
Ætlanin er ikki, at henda løtan skal nýtast til at rudda út frá egnum urtagarði , kjallara, bilhúsi.
Fólk frá kommununi byrja innsavningina varúgvunum kll. 13.00
Sum nakað serstarkt fær hvørt húski, ið luttekur í ruddingini 3 træplantur í potti. Hesir verða útflýggjaðir í skúlagarðinum í Gøtu og Leirvík frá kl. 12.00.