Ruddingardagur í 2017

Ruddingardagur verður 1. juni

Árligi ruddingardagurin verður týsdagin 1. juni, frá kl. 16:30 til uml. kl. 20:00

Heitt verður vinarliga á øll í kommununi, ung sum eldri, at taka lut eftir besta førimuni at rudda upp í náttúruni. Um tit møta hugagóð upp, gongur skjótt at rudda upp og fríðka um okkara nærumhvørvi.

Dagurin byrjar við høsnarunga og chips til øll, ið taka lut í ruddingini. Vit møta frá kl. 16:30 til kl. 17:15 í:

  • víkingahúsinum í Norðragøtu
  • skúlagarðinum í Leirvík

Síðan verður farið at rudda í og kring bygdirnar frá kl. 17:15 til uml. kl. 20:00.

Alt órudd verður savnað í hóskandi rúgvur/sekkir fram við vegnum soleiðis, at kommunubilar sleppa væl til. Óruddið má býtast upp í tað, sum brennir, og tað, sum ikki brennir.

Handskar og plastsekkir verða útflýggjaðir, tá farið verður at rudda, og annars so hvørt sum tað manglar (ringið tlf. 73 00 26 eftir fleiri sekkjum o.ø.).

Ætlanin er ikki, at henda løtan skal nýtast til at rudda út frá egnum urtagarði, kjallara, bilhúsi, o.t.

Fólk frá kommununi byrja innsavningina av rúgvunum kl. 20:00, so rusk má ikki setast fram eftir hetta.

Kaffimunnur og plantupakki aftaná ruddingina

Øll gevast at rudda kl. 19:45. Øll, ið hava luttikið í ruddingini, bæði úr Leirvík og Gøtu, savnast við Víkingahúsið í Norðragøtu kl. 20:00 til ein kaffimunn við kringlu o.ø. og saft til børnini.

Aftur í ár fær hvørt húski, ið hevur luttikið í ruddingini, plantupakka heimaftur við. Hesin verður útflýggjaður í sambandi við kaffimunnin við Víkingahúsið í Norðragøtu kl. 20:00. Ikki ber til at koma áðrenn kl. 20:00 eftir plantum.

Um veðrið darvar

Um mett verður, at veðrið ikki verður til vildar hetta kvøldið, verður tiltakið útsett, og lýst verður í útvarpinum á middegi sama dag umframt á www.eysturkommuna.fo. 

Annað órudd

Tey, ið hava jørð, gerði, v.m. verða biðin um vinarliga at rudda upp træsprek, hegn, net og annað órudd og fáa hetta burturbeint í røttu bingjurnar á bingjuplássinum innan ruddingardagin. 

Search by