Ruddingarátak í Eysturkommunu – byrjað verður við bátahylin undir Gøtueiði

Eysturkommuna setur nú umhvørvið á breddan. Í fyrstu atløgu verður farið í gongd við at burturbeina órudd á almennum øki.
Hetta er byrjanin til eitt framhaldandi átak á umhvørvisøkinum, sum fer at geva nøkur sjónlig úrslit í Eysturkommunu.
Átakið byrjar við at rudda á almenna økinum við bátahylin undir Gøtueiði.

Fyri at tryggja, at onki av virði verður burturbeint av óvart, fáa tey, sum uttan loyvi, hava sett lutir á almenn øki, møguleika at koma eftir teimum, áðrenn kommunan fer í gongd við at burturbeina lutirnar.

Umhvørvisstovan hevur eina lýsing av tí generellu mannagongdini við at burturbeina órudd og burturkast úti á almennum øki. Lýsingin sæðst Vegleiðing til kommunur Orudd_og_burturkast_a_almennum_okjum

Search by