Eysturkommuna skipar fyri rørslu- og ruddingardøgum týsdagin 30. mai til hósdagin, 1. juni.
Skráin fyri dagarnar verður fylgjandi:
Frásøgufólk Hanus Jacobsen og Arni Petersen verða við á túrinum, har greitt verður frá ymiskum søguligum og hendingum, sum eru knýttar at Eysturkommunu.
Vit hittast uppi á Gøtueiði kl.: 17.00. Túrurin er rímiliga lættur og tekur uml. 2 tímar
Ruddingardagurin í ár verður skipaður heldur øðrvísi enn undanfarin ár. Vit skipa okkum soleiðis, at grannaløgini hvør sær rudda eitt felags øki.
Bygdirnar eru deildar upp í øki, ið síggjast á kortunum, ið liggja longur niðri her á síðuni.
Vit byrja kl. 16:30: Kommunan bjóðar sandwich og okkurt leskandi í grannaløgunum.
Hvørt grannalag hevur ein samskipara/kontaktpersón, ið útflýggjar posar og handskar.
Hvørt grannalag hevur ein samskipara/kontaktpersón, ið útflýggjar posar og
handskar. Á kortini fyri hvørt økið er gjørdur ein bláur krossur, sum vísir hvar
samskiparin heldur til og hvar byrja verður!
Tá liðugt er at rudda uml. kl. 18:30 verður bjóðað til kaffi/the og okkurt søtt í Víkingahúsinum í Norðragøtu. Eisini er, eins og undanfarin ár, møguleiki hjá hvørjum húski at ogna sær ein plantupakka.
Sum nakað nýtt fara vit at skipa fyri plogging. Orðið ´Plogging´ er samansett av svenska ´plocka´ og ´jogging´. Tankin er at samantvinna rørslu og rudding. Hetta er eitt átak, sum byrjaði í Svøríki í 2016 og hevur síðan spreitt seg til fleiri onnur lond.
Byrjað verður við upphiting við fótbóltsvøllirnar í Leirvík og Norðragøtu kl. 17:00. Hvør rennari fær útflýggjað ein posa til burturkast.
Ætlanin at renna á støðum, sum eru løtt at renna og sum ikki eru beinleiðis partur av grannaløgunum, sum vit rudda mikudagin.