Ruddingardagur í 2017

Rørslu- og ruddingardagar byrja í dag

Í dag 30. mai byrja rørslu- og ruddingardagarnir í Eysturkommunu. Í dag verður rørsluátak og í morgin verður farið at rudda í bygdunum í kommununi.

Byrjað verður við einum rørsluátaki í dag kl. 17:00 – ein gongutúrur niðan á Støðlafjall við frásøgufólki. Frásøgufólk Hanus Jacobsen og Arni Petersen verða við á túrinum, har greitt verður frá ymiskum søguligum og hendingum, sum eru knýttar at Eysturkommunu. Vit hittast uppi á Gøtueiði kl.: 17.00. Túrurin er rímiliga lættur og tekur uml. 2 tímar 

Mikudagur 31. mai kl. 16:30 – Ruddingardagur

Ruddingardagurin í ár verður skipaður heldur øðrvísi enn undanfarin ár. Vit skipa okkum soleiðis, at grannaløgini hvør sær rudda eitt felags øki. Bygdirnar eru deildar upp í øki, ið síggjast á kortunum, ið liggja longur niðri her á síðuni.

Vit byrja kl. 16:30: Kommunan bjóðar sandwich og okkurt leskandi í grannaløgunum. Hvørt grannalag hevur ein samskipara/kontaktpersón, ið útflýggjar posar og handskar.

Hvørt grannalag hevur ein samskipara/kontaktpersón, ið útflýggjar posar og handskar. Á kortini fyri hvørt økið er gjørdur ein bláur krossur, sum vísir hvar samskiparin heldur til og hvar byrja verður!

Tá liðugt er at rudda uml. kl. 18:30 verður bjóðað til kaffi/the og okkurt søtt í Víkingahúsinum í Norðragøtu. Eisini er, eins og undanfarin  ár, møguleiki hjá hvørjum húski at ogna sær ein plantupakka.

Hósdagur 01 juni kl. 17:00 – Plogging

Sum nakað nýtt fara vit at skipa fyri plogging. Orðið ´Plogging´ er samansett av svenska ´plocka´ og ´jogging´. Tankin er at samantvinna rørslu og rudding. Hetta er eitt átak, sum byrjaði í Svøríki í 2016 og hevur síðan spreitt seg til fleiri onnur lond. 

Byrjað verður við upphiting við fótbóltsvøllirnar í Leirvík og Norðragøtu kl. 17:00. Hvør rennari fær útflýggjað ein posa til burturkast. 

Ætlanin at renna á støðum, sum eru løtt at renna og sum ikki eru beinleiðis partur av grannaløgunum, sum vit rudda mikudagin.

Økisuppdeiling

Leirvík
Norðragøta
Syðrugøta
undir Gøtueiði
við Gøtugjógv
Search by